Innanlands

Anita strikað í føroysku skrásetingini

Garnaskipið er selt til spanskt reiðarí fyri 17,4 milliónir

Garnaskipið Anita (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Garnaskipið Anita (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-06 18:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Garnaskipið Anita er strikað í føroysku skipaskrásetingini. Tað boðar Sjóvinnustýrið frá í dag.

Sambært Kringvarpinum hevur trotabúgvið P/f Seta selt skipið til eitt spanskt reiðarí fyri góðar 17,4 milliónir krónur.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Anita hevur ikki verið til fiskiskap síðani á vári 2014, tá ein maður lat lívið umborð, og síðani var skipið tikið fyri at hava ov nógv gørn.

Skipið liggur í løtuni í Spania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder