Fríggjadag seinnapart vardi Annbjørg Abrahamsen sína ph.d.-ritgerð um yvirmøði hjá fiskifólki, og kann hon nú kalla seg ph.d.
Ritgerðin hjá Annbjørg Abrahamsen kallast "Fatigue, Sleepiness and Sleep among Faroese Fishers", skrivar Fróðskaparsetur Føroya í tíðindaskrivi.
- Hetta er størsta kanningin á staðnum, sum nakrantíð er gjørd millum fiskifólk, og við so mongum variablum.
M.a. hetta segði Jørgen Riis Jepsen, lækni og lektari á Syddansk Universiteti, sum var ein av trimum andmælingum í Kongshøll.
- Framgongdin, sum tú hevur havt í arbeiðinum sum ph.d.-lesandi, er eyðsýnd. Hetta er drúgvasta og mest frálíka kanningin av hesum slagi, legði Margareta Holtensdotter Lützhöft, professari á Høgskulan på Vestlandet, aftrat. Saman við Mariu Skaalum Petersen, lektara á Setrinum, sum var forkvinna í dómsnevnini, var Margareta eisini andmælingur.
Annbjørg Abrahamsen hevur kannað, hvussu yvirmøði (fatigue) ávirkar kognitivu avrikini hjá fiskifólki, sum sigla við ísfiskalínuskipum, frystilínuskipi, trolarum undir 40 tons og garnaskipum. Hetta verður kannað við fleiri subjektivum og objektivum kanningaramboðum.
Dáturnar vóru savnaðar yvir 15 mánaðar frá 18 túrum við 15 ymsum skipum: 90 monnum við ísfiskalínuskipum, 14 monnum við frystilínuskipi, 34 monnum við garnaskipi og 19 monnum við útróðrartrolbátum størri enn 40 tons. Samanlagt luttóku 157 mans við tilsamans 202 døgum á sjónum, samsvarnadi 1.822 persóndagar (persóndagar = talið av manning faldað talið av døgum til skips).
Felags fyri hesar skipabólkar var, at teir bert høvdu eina manning og onga skipan fyri frítúrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald