Innanlands

Anru aftur av fyrsta túrinum

Landar veiðuna hjá Norðfra í Leirvík

2020-10-26 10:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Línubáturin Anru við heimstaði í Hvannasundi, kom í morgun aftur av sínum fyrsta túri undir nýggju eigarunum, fullfermdur við toski og hýsu.

Veiðan verður løgd upp hjá Norðfra í Leirvík, ið liggur høgliga fyri at koma skjótt til og frá fiskileið.

Sagt verður, at alt hevur gingið væl og manning og reiðarí eru vælnøgd. Anru fer aftur til fiskiskap í kvøld.

Anru er fyrrverandi Mýlingur, bygdur í Íslandi í 1999.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder