Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES hevur í dag kunngjørt tilmælini fyri fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki í 2027. Tilmælini byggja á nýggjastu stovnsmetingarnar.
Toskur á Landgrunninum
ICES mælir til, at í mesta lagi 552 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum í 2027.
Gýtingarstovnurin er nú sera nær minsta markinum. Mett verður, at hann fer niður um hetta markið í 2027. Høgt veiðitrýst og minkandi tilgongd verða mett at vera høvuðsorsøkirnar til, at toskastovnurin er minkaður.
Tað eru møguleikar fyri, at gýtingarstovnurin fer upp um markið í 2028.
Toskur á Føroyabanka
ICES mælir til, at í mesta lagi 403 tons av toski verða fiskað á Føroyabanka í 2027.
Tilmælið er tað sama sum í 2026, tí ICES gevur tilmæli fyri tvey ár í senn fyri henda stovnin.
Hýsa
ICES mælir til, at í mesta lagi 23.894 tons av hýsu verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 22 prosent hægri enn tilmælið fyri 2026.
Veiðitrýstið á hýsu hevur verið lágt seinastu árini, og tilgongdin hevur verið góð og gýtingarstovnurin er væl oman fyri øll markvirðini.
Upsi
ICES mælir til, at í mesta lagi 26.374 tons av upsa verða fiskað í føroyskum sjóøki í 2027. Tað er 10 prosent hægri enn tilmælið fyri 2026.
Tilgongdin til upsastovnin hevur verið oman fyri miðal seinastu árini, og gýtingarstovnurin er oman fyri øll vandamørkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald