Ísborg hevur seinastu tíðina ligið í Skagen, men nú verður riggað til at seta kós móti Føroyum, og síðani til fiskiskap.
Tað eru tveir mánaðir síðani at felagið Ango í Vági keypti ísendska uppsjóvarskipið Margreth, sum fekk heimstað í Vági, og navnið Ísborg. Ísborg kostaði 65 milliónir krónur.
Skipið bleiv yvirtikið í Skagen, har skipið skuldi dagførast fyri umleið 10 miliónir krónur.
Ísborg hevur 7.000 tons av svartkjafti eftir í ár, tá ið skipið kemur til Føroyar skal útgerð takast umborð, og síðani fer skipið til fiskiskap.
Ísborg er bygt í Noregi í 2008, og lastar umleið 2.000 tons. Skipið er 72 metrar langt og 15 metrar breitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald