- Gundur Sørensen og eg eiga bátin, og vit vilja kalla hann Anru fyri at heiðra ommurnar hjá okkum, sum kallaðust Anna og Rut. Navnið, virkaði løgið fyrstu tíðina, men nú hava vit vant okkum við tað, sigur Janus Rein, sum saman við Gundur Sørensen hava keypt línubátin Anru, sum er fyrrverandi Mýlingur.
- Anru er í góðum standi. Í fjør varð hann sandblástur, málaður; fekk køliútgerð í lastina; nýtt frystarí til agnið og aðrar ábøtur, vórðu gjørdar tá. Síðani vit keyptu hann, er hann málaður, og so eru aðrar dagføringar gjørdar, so vónandi fer hann at rigga væl, sigur Janus Rein.
Hin eigarin av bátinum, Gundur Sørensen er eisini spentur.
- Jú, eg eri spentur og trúgvi uppá hetta. Eg havi róð út síðsta árið við einum glastrevjabáti, og tá skuldi egnast og siglast út og inn. Nú verður alt líkasum á einum og sama staði, og vit fara at liggja úti í nakrar samanhangandi dagar, sigur Gundur Sørensen.
Anru er bygdur í 1999, er 18,8 metrar langur og 5 metrar breiður og motorurin er ein 457 hestar Caterpillar. Teir fór sín fyrsta túr mikudagin, og sjey mans fóru við og skipari er Gundur Sørensen.
Áðrenn fráferð var sangur, andakt og bøn við sjómanstrúboðaranum.
Heilsað varð eisini við gomlu føroyska heilsanini:
- Góðan túr, og Jesus fylgi tykkum!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald