Innanlands

Arctic Voyager hevur landað í Fuglafirði

Arctic Voyager hevur landað í Fuglafirði og á Tvøroyri

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-20 14:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager var inni um viskuskiftið, og landaði sild.

Teir høvdu 1200 tons av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.

Teir hava havt hampiligan fiskiskap, og tá ið teir høvdu landað í Fuglafirði, fóru teir á Tvøroyri, har teir landaðu ein part í lastbilar, sum skuldi koyrast til Hvalba.

Tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur til fiskiskap eftir sild. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder