Í gjár vóru bæði laksur og starvsfólk frá Bakkafrost við á fyrsta 100% grøna flogtúri tvørtur um Atlantshavið. Hetta er ein royndarverkætlan hjá Virgin Atlantic, og endamálið var at brúka 100 prosent burðardygt brennievni – eisini kent sum SAF (Sustainable Aviation Fuel).
- Vit eru errin av at vera boðin við á eina søguliga flogferð, sum skal varpa ljós á eina burðardygga framtíð fyri flogferðslu. Hetta letur upp fyri áhugaverdum møguleikum, sum kunnu samantvinna høgu góðskuna á okkara vørum við burðardyggum flogflutningi. Vit gleða okkum at fylgja við menningini á hesum økinum, sigur Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost, í tíðindaskrivi.
Frástøðan millum Føroyar og nakrar av stóru marknaðunum, eitt nú USA, er so mikið stór, at verður laksur fluttur sjóvegis til hesar leiðirnar, so kann flutningurin hava ávirkan á góðskuna. Í hesum sambandi kann nevnast, at feskur laksur hevur eitt haldføri á 16 dagar. Tað tekur 12 dagar at flyta laks sjóvegis úr Føroyum til USA, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivinum.
- Tað liggur rótfest í okkum at vera nýmennandi og at royna nýggjar leiðir, so hvørt tær verða møguligar. Royndarverkætlanin hjá Virgin Atlantic kann bróta slóð fyri burðardyggum brennievni til flogfør og er í øllum førum ein góð byrjan. So mugu vit síggja, hvussu tøknin mennir seg komandi árini, sigur Regin Jacobsen.
Annika Frederiksberg, nevndarlimur og søluleiðari, umboðaði Bakkafrost á søguliga flogtúrinum.
Les eisini: Flúgva um Atlantshav við grønum brennievni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald