Ein av okkara garvaðu sjómonnum, sum í yvir 30 ár hevur siglt við pelagiskum skipum, er Kjartan Hentze í Saltangará.
Longu í 1987 var hann nakrar túrar við Tróndi í Gøtu. So var hann nakrar túrar av og á, áðrenn hann var heimamaður í trý ár. Fyrst í 1990-unum og heilt til nýggi Finnur Fríði kom í desember 2003 sigldi hann við Tróndi í Gøtu. Frá januar 2004 til várið 2024 sigldi hann við Finni Fríða og er nú við nýggja Finni Fríða.
Hann hevur fingið spurningin, hvør tann størsta broytingin er hesi mongu ár, hann hevur siglt við trimum ymiskum skipum?
- Eg veit ikki rættiliga hvussu eg skal svara. Bæði fiskasløgini og útgerðin, so sum nótir, trol og lemmar eru stórt sæð tann sama, tó við tí broyting, at tey eru vorðin størri og sterkari við árunum!
- Gamli Tróndur var eitt gott skip og var ein slóðbrótari í norðurlondum og tók 2600 tons. Finnur Fríði frá 2003 var eisini eitt gott skip, sum tók tað saman sum Tróndur, men hevði dupult so stóran motor. Hesin Finnurin tekur umleið 3000 tons, men hevur minni motor enn gamli Finnurin, sigur Kjartan.
- Hesin Finnur Fríði er nógv longri og breiðari enn hini bæði skipini, og tí eru betri umstøður her umborð. Kølingin av fiskinum er sera góð og somuleiðis útgerðin at vaska tangar og skipið við, sum er tann nýggjasta og besta á marknaðinum!
- Ein av størstu broytingum í arbeiðsgongdini, tá tað kemur til okkum, sum arbeiða á dekkinum er tann, at vit nú koma at pumpa fiskin inn av hekkuni. Tað gleði eg meg til at royna. Umborð á Tróndi og gamla Finninum pumpaðu vit fiskin inn á síðuni, sigur Kjartan Hentze.
Teimum umborð á Finni Fríða og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald