Innanlands

Blokkurin komin umborð á Norðborg

Nú verður farið í holt við at montera, og eftir ætlan riggar motorurin á Norðborg aftur um mánaðarskiftið

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2020-08-04 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi motorblokkurin varð í dag settur í Norðborg. Tað skrivar Norðlýsið seinnapartin, sum eisini hevur myndarøð frá hendingini.

Nú verður farið í holt við at montera alt, sum varð tikið av gamla blokkinum, á nýggja flokkin.

Tað var síðst í juni at Norðborg fekk maskinskaða, og tað gjørdist greitt at motorblokkurin mátti skiftast. Við hjálp frá KJ á Kambsdali var ein blokkur funnin heldur enn at bíða eftir nýggjum motori, sum hevði tikið mánaðar.

Gamli blokkurin varð fingin úr skipinum í síðstu viku, og í kvøld var altso nýggi blokkurin fingin umborð.

Ætlanin er at hava motorin í gongd um mánaðarskiftið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder