2019-04-05 07:22
Borgarin kom fyrr í vikuni á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Upplýst verður, at teir hava 1000 tons, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan víðari virkað til fóður.
Flestu uppsjóvarskipini bíða nú til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv um hálvan apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald