2019-05-11 20:40
Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.
Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í Føroyskum sjógvi, og veiðan verður landað til Havsbrún.
Upplýst verður at teir hava umleið 2400 tons, sum verður framleitt til fiskamjøl og lýsi, og síðan víðari virkað til fóður.
Einki annað skip hevur boðað frá landing, men føroysku skipini hava hampiligan fiskiskap í føroysum sjógvi eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald