Innanlands

Breið semja um at betra umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS

Fiskimenn fáa nú arbeiðsloysisstuðul 15 dagar aftaná, at fiskiskipið er lagt vegna umvælingar

(Savnsmynd: KJ)

(Savnsmynd: KJ)

2025-04-29 09:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingið samtykti í gjár einmælt uppskot frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um at geva fiskimonum rætt til arbeiðsloysisstuðul skjótari og í longri tíð, tá ið fiskiskipið verður lagt vegna umvælingar. 

Ítøkiliga merkir broytingin, at tá ið fiskiskip verður lagt vegna umvælingar, hava fiskimenninir rætt til arbeiðsloysisstuðul 15 dagar fyrr enn sambært galdandi lóg og rætt til útgjald av arbeiðsloysisstuðli í 90 dagar.

Fiskimenn kunnu nú fáa arbeiðsloysisstuðul 15 dagar aftaná, at fiskiskipið er lagt vegna umvælingar. Fyrr var tað aftan á 30 dagar.

Somuleiðis verður tíðarskeiðið teir kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul longt úr 60 útgjaldsdøgum upp í 90 útgjaldsdagar.

Fiskimenn hava annars rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir vanligu reglunum. Tað vil siga, at um fiskimaður sigur seg úr starvi ella verður sagdur úr starvi, so hevur viðkomandi rætt til arbeiðsloysisstuðul á jøvnum føti við aðrar persónar, sum verða arbeiðsleysir.

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder