Nýggjasta skipið í flotanum fer til fiskiskap í kvøld.
Talan er um Christian í Grótinum, sum kom á Klaksvík á fyrstansinni mikudagin, har skipið hevur heimstað.
- Vit fara umborð í kvøld klokkan 20, og so verður riggað til at fara á svartkjaftaveiðu, sigur Bogi Rasmussen, skipari.
Hann sigur víðari, at tað eru tveir mans við, sum umboða fyritøkuna, sum hevur selt teimum spølini, og teir skulu við fyri at vissa seg fyri at alt riggar sum tað skal.
Sí eisini: Video: Stuttligt at koma við nýbygningi til Klaksvíkar aftur
- Vit fara at royna útgerðina undir Føroyum, og samstundis fara vit at leita eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi eisini. Um eingin svartkjaftur er, so verður farið í altjóða sjógv vestan fyri Írland, har skipini fáa svartkjaft í løtuni, sigur Bogi Rasmussen.
12 mans vera við skipinum tá ið tað fer til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald