2023-02-27 18:38
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hevur skipið 3400 tons, sum verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, fer Christian í Grótinum aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald