2024-05-14 06:55
Christian í Grótinum setti í gjár kós móti Skagen, har skipið skal landa 3.200 tons av svartkjafti.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Verkfallið, sum kom í gildi á middnátt, hevur við sær at arbeiði hjá Havsbrún liggur stilt, og av somu orsøk fara føroysku uppsjóvarskipini uttanlands at landa svartkjaftin, sum verður fiskaður í føroyskum sjógvi í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald