2025-02-12 09:25
![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er ávegis til Føroya, har skipið skal landa svartkjaft.
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestan fyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Christian í Grótinum hevur heili 3.400 tons av svartkjafti við til lands, sum skal landast til Havsbrún í Fuglafirði um vikuskiftið.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin frmaleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald