Uppsjóvarskipið Christian úr Klaksvík, sum seinastu dagarnar hevur verið í dokk á Skála, verður eftir ætlan latin nýggju eigarunum í morgin.
Christian varð keyptur til Føroyar úr Íslandi seinast í 2020, av tí at reiðaríið aftanfyri Christian í Grótinum hevði selt skipið Christian í Grótinum til Grønlands. Tískil mátti reiðaríið útvega sær annað skip at fiska kvoturnar til nýbygningurin skuldi yvirtakast. Christian varð keyptur úr Íslandi fyri góðar 35 milliónur krónur.
Hvat skipið er selt til Vestmanna fyri, er ikki komið fram, eins og nýggja navnið heldur ikki er kunngjørt enn.
Vestmanna Fiskavirkið hevur fingið menningarkvotur, og tí hava teir tørv á einum uppsjóvarskipið.
Nýggi Christian í Grótinum kemur um stutta tíð
Nýggi Christian í Grótinum, sum verður bygdur í Skagen, er við at verða liðugur, og skal eftir ætlan yvirtakast um mánaðarskiftið, sum er ein mánað seinni enn ætla.
Skipið er tað størsta og dýrasta skipið, sum higartil er bygt hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, sum eisini skal byggja nýggja Finn Fríða.
Les eisini: Skrokkurin hjá Christian í Grótinum komin til Skagen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald