Myndirnar eru tiknar í samstarvi við Fishfacts
Tey sum vóru uppi í Skagen um níggju tíðina lokala tíð máttu hyggja enn einaferð, tá stásiliga bláa og hvíta farið hjá Rasmussen familjuni varð sleipað til bryggju.
Tann knappar 90 metrar langi og 17-18 metrar breiði Christian í Grótinum skal nú gerast liðugur, og verður eftir ætlan latin reiðarínum í januar.
Á bryggjuni við Karstensens skipasmiðjuna í morgun vóru umboð frá reiðarínum og onnur áhugaði frá hinum skipunum, sum liggja við bryggju.
Vit hava fleiri myndir seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald