Innanlands

Emerald liðugur við fiskiskapin fyri í ár

Emerald hevur landað 760 tons av rækjum í Noregi og er nú liðugur við fiskiskapin fyri í ár.

Emerald (Savnsmynd: Joan F Danielsen)

Emerald (Savnsmynd: Joan F Danielsen)

2026-10-14 19:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Emerald hevur landað rækjur í Tromsø, og hevur nú sett kósina móti Føroyum.

Emerald hevur verið á rækjuveiðu hendan túrin, men fiskiskapurin hevur verið drúgvur.

Emerald hevur landað 760 tons av rækjum í Tromsø, og hevur nú sett kósina móti Føroyum, har verkmsiðjutrolarin verður liggjandi restina av árinum.

Hóast skipið verður liggjandi merkir tað ikki at tað ikki verður arbeitt umborð, tí hóast skipið liggur við bryggju so skal ymiskt gerast við trolaran.

Tá ið skipið kemur á Havnina skal ymiskt gerast við maskinuna á skipinum, umframt at serkøn fólk eisini skulu umborð at tillaga verksmiðjuna umborð á Emerald.

Hetta hevur verið besta árið hjá Emerald, sum hevur fiskað fyri 135 milliónir krónur í ár. 

Emerald fer aftur til fiskiskap fyrst í komandi árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder