Innanlands

Dunga Jákup verður doyptur í morgin

Nýggi frystitrolarin hjá Varðanum verður doyptur í Norðragøtu sunnudagin kl.13.

(Mynd: Varðin)

(Mynd: Varðin)

2026-11-28 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi frystitrolarin hjá Varðanum, Dunga Jákup verður doyptur í Norðragøtu í morgin, sunnudagin klokkan 13.

Hornorkestrið spælir, meðan skipið leggur at kai. Felagssangir verða sungnir og røður verða hildnar. Røðarar vera Sámal Joensen, stjóri i Varðanum; Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu; Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum; og Mouritz Mohr, stjóri í Mest.

Eftir dópin eru øll vælkomin umborð, og eisini verður okkurt at fáa til matna í kappróðrarneystinum hjá Tindi.

Les eisini: Dunga Jákup verður doyptur um vikuskiftið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder