- Vit ynskja ikki at fara inn og siga at hetta og hatta skipið sleppa at fiska á Føroyabanka, men heldur at vinnan, sum er í bólkinum, sum fær tillutað at veiða hendan fiskin tekur avgerð um, hvat skip skal fiska har.
Tað segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, á fisikivinnutinginum, sum var í sambandi við Torradagar í kvøld.
Hann ger tí greitt, at landsstýrið ikki fer at leggja seg uppí hvør sleppur at fiska føroyabanka toskin.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Vit ynskja ikki at detailstýra hvussu hetta verður gjørt, tað vil siga, at vit ynskja ikki, at siga, at soleiðis skal tað fiskast, soleiðis skal tað framleiðast, og soleiðis skal tað seljast - tað má vinnan sjálv finna útav. Men vit kunnu vera við til at skapa karmarnar soleiðis, at hesi trý liðini verða so goð sum gjørligt.
- Eg haldi at tað er umráðandi at taka við, at vit hava brúkt umleið 15 ár at koma her til, sum vit eru nú, og tað er serliga lívfrøðini at takka tí vit hava hendan góða toskin, sum hevur hesa góðu góðskuna, sum Føroyabanka-toskurin hevur, segði Dennis Holm á fiskivinnutinginum í Klaksvík í kvøld.
Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at bæði landsstýrið og vinnan ynskir at økja um virðisgrundarlagið av hesum toskinum, av tí at tað sjálvandi gevur munandi betri inntøkumøguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald