21 milliónir krónur. Tað gjørdist prísurin, tá ein tunfiskur á 243 kilo varð seldur á fiskamarknaðinum í Tokyo herfyri.
Hetta svarar til ein prís á 85.000 krónur fyri kiloð. Hetta er nýtt met fyri sølu á fiskamarknaðinum í japanska høvuðsstaðnum, skrivar AP tíðindastovan.
Tað var felagið Kiyomura Corporation, sum keypti fiskin. Felagið er eigari av eini stórari sushi-ketu í Japan.
Virðismikli fiskurin varð fiskaður út fyri oynna Oma har norðruri í Japan, eitt øki, ið er gitið fyri at vera heimstaður fyri bestu tunfiskarnar í Japan. Hesir tunfiskarnir av slagnum ‘blue fin tuna’ hava, orsaka av stóra eftirspurninginum til sashimi og sushi, fyrr verið eitt hótt fiskaslag, skrivar dr.dk.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald