Tað var 8. august, at nýggjasta skipið hjá Sandship í Fuglafirði, Vón Arctic, fyrstu ferð legði at bryggju í Føroyum. Ein mánaði seinni var skipið aftur í Føroyum, ávegis til Íslands við farmi.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og tíð var til prát, drekka, Guds orð og bøn.
Tá skiparin, Ingolf Debes, var spurdur um hvussu skipið hevði roynst, svaraði hann.
- Skipið hevur rigga væl og vit eru væl nøgdir við tað. Tað hava verið onkrir smávegis byrjunartrupulleikar, sum tað ofta eru, men samanumtikið, hevur tað gingist væl.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Eftir at Sandship yvirtók skipið, var tað fimm mánaðir á skipasmiðju í Póllandi áðrenn tað fór í vinnu. Tá var nógv gjørt við skipið, sum riggar væl, er dagført og í góðum standi, sigur Ingolf.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald