Tað var í gjár, at línuskipið Vesturleitið, sum er fyrrverandi Vesturhavið, fekk nýggjar eigarar.
- Ja, vit hava keypt línuskipið, sum er í hampiliga góðum standi, sigur Christian Matisen, sum er skipari og ein av eigarunum.
Línuskipið, sum seinastu mongu árini hevur havt heimstað í Vestmanna, er avloyst av Kambi, sum nú hevur fingið navnið Vesturhavið, og heimstað í Vestmanna.
Vesturleitið skal nú skifta navn til Borðoyarnes, og fær heimstað í Klaksvík, har tað skal avloysa eitt skip við sama navnið.
- Vit fingu møguleikan at keypa Vesturleitið, sum er eitt betri skip enn undanfarni Borðoyarnes, sum nú skal leggjast, sigur Christian Matisen við Portalin.
- Vit hava tikið alla línuútgerðina úr gamla Borðoyarnes í sambandi við krabbaveiðuna, og nú ætlanin er at fara aftur í línuvinnuna, var hetta tað betra valið, og er hetta samstundis ein liður í einari spennandi verkætlan, sigur Christian Matisen.
Christian Matisen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Ætlanin er at fara til fiskiskap um fyrsta november.
Nýggi Borðoyarnes fær loyvini hjá núverandi Borðoyarnes, sum hoyrir til bólk 3, sum er bólkurin hjá línuskipunum. Eisini hevur skipið eitt kalvaloyvi við New Foundland sum tað einasta skipið í bólkinum, sigur skiparin.
Ætlanin er eisini at fiska krabbar við hesum skipinum, sum hevur munandi betri umstøður at arbeiða undir og manningarviðurskiftir, sigur Christian Matisen, sum leggur aftrat, at teir hava uppbygt eitt sera gott sølulið, sum ger, at teirra vøra er sera nógv umbiðin.
Nýggju eigararnir, ynskja ikki at upplýsa nakran søluprís, men siga at teir eru nøgdir við keypið.
- Hetta er eitt gott skip, og vit eru sera spentir at sleppa í gongd. Skipið kom á Klaksvík í dag, og nú fara vit at rigga skipið til fiskiskap.
Spurdur um hvat skal henda við undanfarna Borðoyarnes, sigur Christian Matisen, at skipið verður lagt, men at onkrir fyrispurningar eru um at keypa.
- Onkur áhugi er fyri skipinum, bæði úr Føroyum og uttanlands, men vit hava sagt, at vit hava ikki skipið liggjandi leingi, so um tað ikki verður selt, so verður tað høgt upp.
Undanfarni Borðoyarnes skal antin seljast ella høggast upp (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald