Innanlands

Emerald aftur til fiskiskap

Seinastu mánaðirnar hevur Emerald verið í dokk í Frederikshavn

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-17 19:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Stóri rækjutrolarin Emerald kom í kvøld á Havnina, har skipið skal taka útgerð og annað umborð, áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.

Emerald hevur verið í dokk í Frederikshavn síðani 6. desember, har skipið hevur verið í sambandi við garanti og eftirlitsarbeiði.

Eitt nú eru dagføringar gjørdar í frystarínum umborð, soleiðis at hetta nú er munandi betri enn tað hevur verið.

Tað er eingin loyna at Emerald hevur havt avbjóðingar við frystarínum síðani skipið varð latið reiðarínum á sumri í 2023, men nú fer væntandi at ganga betur.

Emerald verður liggjandi á Havnini til mikudagin tá ið rækjutrolarin fer í Hopendýpið at fiska.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder