Uttanlands

Emerald kemur til Hirtshals seinnapartin í dag

Nýggjasta skipið í flotanum kemur til Hirtshals seinnapartin í dag, har skipið skal taka útgerð umborð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-07 10:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

(Upptøka: Tersan Shipyard)

Nýggi verksmiðjutrolarin Emerald hjá felagnum Havborg í Havn, kemur seinnapartin til Hirtshals, har skipið skal taka útgerð umborð.

Skipið hevur siglt langa teinin úr Turkalandi, men nú nærkast dagurin, tá skipið kemur til Føroyar á fyrstan sinni.

Eftir ætlan verður Emerald liggjandi í Hirtshals, har skipið kemur millum 14-16 tíðina danska tíð, líka til týsdagin, tá ið skipið síðan loysir og setir kós móti Føroyum, har skipið verður hósdagin í komandi viku.

[object Object]

Eftir ætlan stevnir Emerald á fyrsta sinni á Havnina hósdagin 13. juli klokkan 16, har móttøka verður fyri skipinum. 

Tað serliga við hesum degnum er, at Mortan Johannesen, sum er stovnari og eigari av felgnum, eisini hevur føðingardag hendan dagin, og tí kann ikki sigast annað enn, at talan er um eina heilt serliga føðingardagsgávu Mortan Johannesen fær í ár.

Emerald er við sínum 88 metrum í longd, og omanfyri 18 metrum í breidd, ein tann størsti trolarin av sínum slag her um okkara leiðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder