2025-01-03 10:14
Flakatrolarin Enniberg, úr Havn, fór í gjár aftur til fiskiskap.
Enniberg loysti í gjárkvøldið og fór til fiskiskap í norska partinum í Barentshavinum, har skipið skal á toskaveiðu.
Enniberg hevur seinastu tíðina ligið á Havnini, men skipið hevur eisini verið í dokk á Skála síðani tað kom aftur frá síðsta túrinum í fjør.
Við Enniberg eru 34 mans hendan túrin, og skipari er Karl Danielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald