
Enniberg hevur heili 917 tons av rækjum, sum trolarin skal landa í Havn í komandi viku.
Enniberg hevur fiskað rækjur hendan túrin við Svsldbard og í loynikrókinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við Enniberg eru 20 mans, og skipari er Karl Danielsen.
Seinni í ár yvirtekur felagið Havborg, sum er systurfelag hjá felagnum, sum eigur Enniberg, ein stóran og framkomnan trolara, sum verður bygdur í Turkalandi, og hesin skal fiskað rækjukvotuna, meðan Enniberg skal fiska botnfiskakvotuna.
Nýggi trolarin fær navnið Emerald.
Les eisini: Emerald verður navnið á nýggja trolaranum hjá P/F Havborg
Les eisini: Video: Her fer Emerald av bakkastokki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald