2018-09-18 09:40
Uppsjóvarskipið kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.
Fagraberg hevur verið á makrelveiðu norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið teir komu á Fuglafjørð, landaði Hoyvík og aftaná skuldu partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landað, áðrenn Fagraberg slapp framat.
Fagraberg hevur 900 tons av makreli, sum teir landa til uppsjóvarvirkið Pelagos.
Tá ið teir hava landað, fara teir aftur til fiskiskap eftir makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald