Innanlands

Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg slapp framat at landa í gjár

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-10-23 06:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, ahr teir skulu landa.

Fagraberg, sum hevur verið á sildaveiðu norðanfyri, hevur 800 tons av góðari sild, sum hevur eina miðalvekt á 400 gramm í miðal.

Veiðan verður landað til Pelagos, og tá ið liðugt er at landa fara teir aftur til fiskiskap.

Aftaná Fagraberg skal Hoyvík landa eina last av sild á 350 tons.

Hoyvík kom á Fuglafjørð seint í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder