Innanlands

Fagraberg landar í Fuglafirði

Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð við 1700 tonsum av sild

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-22 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu, og komu á Fuglafjørð um middagsleitið í gjár, har teir skulu landa til Pelagos.

Talan er um góða sild, umleið 400 gramm í miðal.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder