Innanlands

Fáir bátar hava siglingarloyvi

- Trygdin hevði verið munandi betur, um tað var krav at hava galdandi siglingarloyvi, vísir Sjóvinnustýrið á

(Tilvildarlig savnsmynd: Dávur Winther)

(Tilvildarlig savnsmynd: Dávur Winther)

2024-08-27 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tøl frá Sjóvinnustýrinum vísa, at sera fáir vinnuligir útróðarbátar hava galdandi siglingarloyvi.

Í bólki 5A eru tað bert 36 prosent av teimum 59 bátunum í bólkinum, sum sigla lógliga, og í bólki 5B, sum eru teir 23 bátarnir, ið fiska fyri meiri enn 200.000 krónur, eru tað bert 39 prosent, sum sigla lógliga.

Tað er krav, at hesir bátar verða sýnaðir, áðrenn Sjóvinnustýrið útskrivar teimum siglingarloyvi.

- Trygdin hevði verð munandi betur, um tað var krav at hava galdandi siglingarloyvi, áðrenn útróðarbátar fingu útskrivað fiskiloyvi. Støðan er als ikki nøktandi, og tí fara átøk at verða sett í verk fyri at rætta skeivleikan, skrivar Sjóvinnustýrið á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder