Nýggi Finnur Fríði skal í dag á royndartúr, har skipið skal royna útgerðina umborð.
Skipið, sum Karstensens skipasmiðjan í Skagen letur byggja til Varðan í Gøtu, er nakað seinkað, men nú nærkast av álvara til skipið kemur í føroyska flotan.
Skipið hevur verið ein tekniskar royndartúr í apríl og nú fer skipið ein royndartúr, har øll útgerðin umborð skal roynast, og í hesum sambandi tók skipið í gjár trol og annað umborð, sum skal brúkast á túrinum.
Eftir ætlan skuldi Finnur Friði koma í flotan í januar í ár, men ymsar seinkingar hava havt við sær, at hetta er útsett nakað.
Sum tað sær út nú, so kemur skipið til Føroyar í august mánaða.
Prísurin á nýggja Finn Fríða er umleið 340 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald