2023-07-28 20:50
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði byrjaði at landa makrel til Havsbrún í morgun.
Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Seinastu dagarnar hevur nógv trýst verið hjá Havsbrún, og bíðitíðin hevur verið long.
Í vikuni broytti landsstýrðismaðurin í fiskivinnumálum kunngerðina, sum loyvir skipum at landa makrel uttanlands, og summi skip longu farin uttanlands at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald