Innanlands

Finnur Fríði siglir inn frá lodnufeltinum

Finnur Fríði hevur umleið 1150 tons av lodnu

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-02-19 07:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði hevur sett kós móti Tvøroyri, har teir skulu landa.

Teir hava verið á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi, og hava 1150 tons av lodnu við til lands, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Hetta er størsta lodnulastin, sum higartil í ár skal landast í Føroyum. 

Finnur Fríði verður á Tvøroyri seint í kvøld, og tá ið teir hava landað, verður farið aftur á lodnuveiðu.

Finnur Fríði hevur 800 tons eftir av lodnukvotuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder