2020-10-25 21:50
Uppsjóvarskipið Jupiter hevur júst landað 1000 tons av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Teir hava havt góðan fiskiskap hendan túrin, og høvdu tvey hál, har tað fyrra hevði 400 tons, og seinna hevði 600 tons í.
Sildin varð landað til Pelagos í Fuglafirði, og tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í nátt á Fuglafjørð, teir hava 1100 tons av góðari sild við til lands, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á sildaveiðu.
Høgaberg - Savnsmynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald