Innanlands

Fleiri landingar í Klaksvík í dag

Eitt par, eitt línuskip og ein snellubátur landað til Kósina í dag

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2018-07-23 21:39 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Kósini hava tey úr at gera við at taka í móti fiski, og dagurin í dag var einki undantak.

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landaðu í dag knøpp 230 tons av gulllaksi, sum varð koyrdur til Tavuna í Leirvík, har veiðan verður framleidd. 

Polarhav og Stjørnan hava roynt í fimm dagar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Línuskipið Jákup B hevur eisini landað í Klaksvík í dag. Veiðan hjá teimum, varð landað til Kósina.

Upplýst verður, at línuskipið hevði umleið 120.000 pund, og meginparturin av veiðuni var toskur. Restin var svartkalvi og blálonga.

Jákup B fer ikki aftur til fiskiskap fyrr enn eftir ólavsøku.

Aftrat hesum trimum skipunum, so landaði snellubáturin Karla Magnus eisini í dag.

Snellubáturin hevði 10.000, og so gott sum alt var upsi.

Partrolarin Grønanes hevur boðað frá, at teir koma inn at landa til Kósina í morgin, men enn er ógreitt hvat teir hava.

Grønanes partrolar við Vesturtúgvu, sum landar í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder