Innanlands

Fleiri makrellandingar seinastu dagarnar

Uppsjóvarvirkini hava úr at gera at taka ímóti makreli

Savnsmynd (Mynd: Grønlendska skipið Tasilaq landaði í vikuni í Fuglafirði - Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Grønlendska skipið Tasilaq landaði í vikuni í Fuglafirði - Kiran Jóanesarson)

2018-09-10 16:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í síðstu viku landaði grønlendska uppsjóvarskipið Tasilaq eina makrel last á 550 tons, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.

Veiðan varð landað til Pelagos, og tá ið Tasilaq hevði landað, slapp Høgaberg framat, sum hevði umleið 650 tons av makreli.

í gjár slapp uppsjóvarskipið Hoyvík, úr Havn, framat. Teir høvdu umleið 1000 tons av makreli, sum er ein tann størsta lastin av makreli, sum er landað síðan skipini byrjaðu at fiska makrel um mánaðarskiftið.

Tað er tó ikki bara í Fuglafirði, at virkir virkað makrel hesa tíðina.

Í Vestmanna kom Fram leygardagin inn við umleið 300 tonsum av makreli, sum verður landaður til Vestmanna Seafood, har makrelurin verður singlefyrstur, sum merkir at hann verður frystur ein og ein.

Hjá Faroe Pelagic í Kollafirði landaði Norðingur í síðstu viku 650 tons av makreli og í dag landar Borgarin umleið 700 tons av makreli.

Skipini fiska øll makrel norðanfyri Føroyar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder