Vertíðin eftir makreli er við at halla, og fleiri skip hava fiskað makrelkvoturnar fyri í ár.
Í Kollafirði liggja Birita og Hoyvík, Tóndur í Gøtu liggur á Hulki, Gøtunes og Arctic Voyager liggja á Runavík.
Hóast fleiri hava fiskað kvoturnar, so eru fleiri framvegis á makrelveiðu.
Finnur Fríði, Fagraberg, Vestmenningur, Borgarin, Norðingur, Høgaberg, Christian í Grótinum, Jupiter, Katrin Jóhanna, Tummas T og Vestmenningur eru øll til fiskiskap eftir makreli í norskum sjógvi, har skipini hava reoynt seinastu vikurnar.
Fiskiskapurin hevur verið hampuligur seinastu dagarnar, og skipini hava landa bæði í Føroyum og í Noregi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald