2024-07-31 22:36
Teir tríggir Trolararnir Steintór, Hamranes og Breiðanes eru allir komnir inn at landa.
Steintór landaði í gjár, og hevði umleið 85.000 pund, har meginparturin av veiðuni var svartkalvi.
Steintór varð liðugur at landað í gjárkvøldið, og fór beint aftur til fiskiskap.
Í dag komu partrolararnir Hamranes og Breiðanes inn at landa.
Parið hevur verið á upsaveiðu, og trolararnir høvdu umleið 280.000 pund við til lands.
Tá ið Hamranes og Breiðanes hava landað fer parið aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald