Innanlands

Flestu línuskipini rakstrarundirskot í fjør

Okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, men nógv tey flestu hava undirskot av rakstrinum, vísir greining

Klakkur (Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Klakkur (Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-23 20:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ráðgevaraparturin hjá NUMO hevur aftur í ár greinað línuflotan. Greiningin fevnir um línuskipini yvir 110 tons.

Talan er um greining av línuflotanum fyri tíðarskeiðið frá 2013 til 2017 saman við einum grafi, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2017. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2017. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdáttir.

Línuskipini høvdu í 2013 í miðal undirskot. Úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt, meðan tað aftur gjørdist negativt í 2015. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og generelt hægri miðalprísur. Í 2016 gjørdist úrslitið aftur positivt orsakað av fíggjarinntøkum hjá onkrum skipi, at úrslitið hjá einum skipið, sum er farið í skiftirættin ikki er við, umframt at miðalprísurin hækkaði eitt sindur. Í 2017 var úrslitið betur enn í 2016 serliga orsakað av hægri søluvirði og partvís av fíggjarinntøkum hjá onkrum skipi.

Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2017. Okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, men nógv tey flestu hava munandi undirskot av rakstrinum.

Hinvegin kláraðu frystilínuskipini seg væl. Lyklatølini fyri raksturin vísa, at raksturin hevur roynst betur í 2017 enn í 2016.

Línuskipini eru undir fiskidagaskipanini, og flestu hava íslandskvotu umframt møguleika at fiska við Flemish Cap og Grønland.

Hesin parturin av flotanum hevur nógv fólk í arbeiði, og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi, og hevur potentiali fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku.

Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum. Hetta hevði eisini havt stóran týdning fyri víðari virkingina av fiski á landi.

Frystilínuskipini kunnu fiska víða hvar og hava fingið ella útvegað sær møguleika at fiska aðrastaðir enn við Føroyar ella nærhendis Føroyum og eru dømir um, at eitt opið føroyskt hav virkar væl.

Skulu línuskipini noyðast at útvega sær veiðirættindi á uppboðssølu, eru tey, sum eru á ísfiskaveiðu, ikki fíggjarliga væl fyri at standa seg í hesi kappingini.

Les alla greiningina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder