Innanlands

Føroyar eitt pláss upp á hvítalista

Vit liggja á 29. plássi á listanum yvir trygg flagglond, sum tryggja at øll viðurskifti umborð á skipunum eru í tráð við galdandi reglur

Sleipibáturin Svitzer Hymer, valdur til ársins skip á Føroysku altjóða Skipaskrásetingini tvey tey seinastu árini

Sleipibáturin Svitzer Hymer, valdur til ársins skip á Føroysku altjóða Skipaskrásetingini tvey tey seinastu árini

2024-06-18 18:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar toga seg eitt pláss upp á hvítalista og eru nú á 29. plássi á listanum, sum telur 42 flaggstatir. Tað boðar Sjóvinnustýrið frá í dag.

Nýggjasti Flag State Performance List hjá Paris Mou er kunngjørdur, og Føroyar varðveita umboðanina á hvítalista og flyta eitt pláss upp eftir listanum. Fyri at vera á hvítalista, sum er listi við flaggstatum við høgari góðsku, skulu skip undir flagginum hava lutfalsliga fá afturhald í mun til eftirlit. Í trý ára tíðarskeiðnum, sum listin fevnir um, eru føroysk skip afturhildin fýra ferðir í 217 kanningum.

- Vit eru sera fegin, tá vit kvinka okkum upp eftir listanum. Føroysk reiðarí og rakstrarfeløg gera nógv fyri at tryggja, at øll viðurskifti umborð á skipunum eru trygg og í tráð við galdandi reglur. Eisini Sjóvinnustýrið arbeiðir alsamt við at varðveita flaggið á hvítalista og at betra okkum, millum annað við eftirlitum og átakinum “Ársins Skip”. Vit eiga tó at kunna gerast enn betri, , sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Besta plasering hjá Føroyum á hvítalista var 26. pláss í 2014.

Ovast á hvítalista er Danmark framman fyri Niðurlond og Noreg. 17 lond eru á gráa lista og 12 á svartalista, sum eru flaggstatir við miðal váða, miðal til høgum váða, høgum váða og sera høgum váða.

Tey bæði londini við hvørs váði verður mettur sum ‘sera høgur’ eru Tansania og Kamerun. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder