Føroyar og Russland hava í dag gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024. Talan var um talgildan fund.
Úrslitið av samráðingunum er, at føroysku kvoturnar av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum eru lækkaðar samsvarandi umsitingarætlanini fyri stovnarnar. Hetta merkir, at toskakvotan minkar við 20% og hýsukvotan við 18%. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar.
Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og sild í tráð við lækkingarnar, sum ICES hevur mælt til fyri 2024. Talan er um 23,7% lækking fyri norðhavssild og 5,5% lækking fyri makrel. Svartkjafturin hækkar við 3.000 tonsum, sum er ein nakað lægri hækking enn tilmælini frá ICES um svartkjaftastovnin.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2024 verða hesar: Toskur 9.766 tons, hýsa 1.047 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 12.291 tons og sild 6.485, íroknað møguliga hjáveiðu.
Russisk skip fáa í 2024 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 55.618 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi.
Russisk skip hava í 2024 ikki atgongd at fiska í Serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald