
Hong Kong-sáttmálin, sum IMO (International Maritime Organization) samtykti í 2009, hevur til endamáls at tryggja, at burturbeining av skipum fer fram á ein umhvørvisliga burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt.
Hetta merkir at minka um dálking, betra um arbeiðsumstøður og tryggja rættindi hjá starvsfólkum á endurnýtslustøðum kring heimin, skrivar Sjóvinnustýrið.
Sambært sáttmálanum skulu øll handilsskip hava eina skrá yvir vandamikil evni umborð (Inventory of Hazardous Materials, IHM) og tryggja, at endurnýtslustøð lúka ávís altjóða krøv.
Hóast Føroyar ikki hava staðfest sáttmálan, verða føroysk handilsskip, sum virka í altjóða sigling, biðin um at seta seg inn í krøvini og – um neyðugt – fáa eitt Statement of Compliance frá sínum klassafelag. Hetta er við til at tryggja, at føroysk skip lúka altjóða krøv og kann forða fyri møguligum afturhaldi í Port State Control, soleiðis at tey sleppa undan óneyðugum forðingum í útlondum.
Sjóvinnustýrið mælir tí reiðarum til at venda sær til sítt klassafelag fyri at fáa vegleiðing og møguliga útvega eitt IHM og eitt Statement of Compliance.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald