Uttanlands

Føroysk skip landa svartkjaft í Noregi

Jupiter og Christian í Grótinum landa svartkjaft í Noregi, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi

Svartkjaftur verður eisini landaður í Noregi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Svartkjaftur verður eisini landaður í Noregi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-28 17:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Jupiter og Christian í Grótinum eru farin til Noregs at landa svartkjaft.

Jupiter landar 2.000 tons av svartkjafti í Karmoy, og Christian í Grótinum landar sína last - 3.500 tons, í Karmsund.

Bæði skipini hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder