2018-09-09 15:24
Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri er gongd komin aftur í framleiðsluna eftir hervuliga eldsbrunan, sum legði virkið oyði síðsta summar.
Tróndur í Gøtu landaði í vikuni eina last á 300 tons av makreli til Varðan Pelagic, og næstur at landa var Finnur Fríði, sum hevði eina last á 500 tons av makreli.
Aftaná skal Jupiter landa eina last á 500 tons av makreli.
Talan er um góða stødd, sum skipini fáa. Vektin hevur ligið frá 400 gramm og upp til 470 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald