Innanlands

Fýra sjólátin í 2022

Allahalgannadag verður minningarhald teirra sjólátnu

2022-10-30 21:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.

Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.

Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin fýra mannalív, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Við sorgblídni, virðing og tøkk nevna vit nøvn teirra:

·• Tann 21. november doyði Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ára gamal. Hann sigldi við skipinum Hav- Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.

• Tann 22. november druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búði í Miðvági.

• Tann 13. februar doyði pólendingurin Maciej Krzysztof Broniszewski umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.

• Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var ávegis umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder