Uttanlands

Fyrrverandi Nýborg aftur undir danskt flagg

Skipið, sum nú kallast Junior, hevur havt heimstað í Marokko seinasta hálva árið, men koronakreppan hevur gjørt at skipið hevur ligið í eina tíð

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

Savnsmynd (Mynd: Skipalistin)

2020-04-10 21:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Junior, sum famijan Magnussen í Hirtshals eigur, hevur síðan september mánaða verið heimahoyrandi í Marokko.

Tað er felagið Asbjørn A/S, sum eigur skipið, og er tað føroyska familjan Magnusen við Fríða Magnussen á odda, sum eigur partapeningin í Asbjørn A/S.

Skipið kom í føroyrska flotan í 2017, og var tað felagið Ocean Group Faroes, sum átti skipið, sum fekk navnið Nýborg, og heimstað í Vági.

Skipið var selt aftur til Asbjørn A/S í september í fjør, av tí at grundarlag var ikki fyri at hava skipið undir føroyskum flaggi tí kvoturnar minkaðu niður í einki.

Donsku eigararnir gjørdu eina avtalið við havstovuna í Marokko, um at Junior skuldi fiska eftir einum óynsktum fiskaslagi, sum á enskum verður rópt snipefish, men av tí at koronakreppan byrjaði at herja um allan heimin, var hetta samstarvið fyribils niðurlagt, sigur Fríði Magnussen við danska miðilin fiskerforum.dk.

Avtalan er tó fyribils sett á pausu, so møguleikin er fyri at Junior fer aftur til Marokko at fiska.

Junior kom til Hirtshals í gjár, og verður nú flaggað um til danskt flagg, og fær heimstað í Hirtshals.

Skipið er í góðum standi nú tað kemur undir danskt flagg, og skal byrja við at fiska nebbasild, sum donsku skipini fara at byrja at fiska frá 1. mai.

Umframt Junior, so eigur danska felagið eisini nótaskipið Asbjørn. Nevnast kann aftrat, at Junior er bygt sum Gitte Henning í 2000, men bleiv avloyst av einum størri nýbygningi í 2008. Hetta skipið bleiv seinni selt, og fekk navnið Asbjørn, og tí eigur felagið Asbjørn A/S tvey skip, sum eru bygd sum Gitte Henning.

Seinasta skipið, sum hevði navnið Gitte Henning, eigur Varðin í Gøtu í dag, sum nú kallast Gitte Henning 1.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder