2020-10-28 06:41
Flakatrolarin Gadus kom á Klaksvík mánakvøldið, har teir skulu landa.
Teir hava verið í russiska partinum av Barentshavinum, og hava 600 tons av flaki við til lands, sum teir landa í Klaksvík.
Teir hava havt hampiligan fiskiskap, og fara aftur í Barentshavið, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald